
Um IRF
IRF er ein interkommunalur renovatiónsfelagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum, við undantaki av Tórshavnar kommunu, eiga og reka í felag. Virksemið hjá IRF fevnir um øki hjá teim 28 limakommununum í felagnum.
Hjá IRF starvast umleið 100 fólk. Virksemið hjá IRF fevnir um:
- Innheintan av húsarhalds- og virkisburturkasti
- Endurvinningarhøll
- Móttøkuhøll
- Brennistøð
- Reinsitænastu
- Oljureinsiverk
- Handfaran av serliga dálkandi burturkasti
- Móttøku- og tyrvingarpláss í Trøllavík í Suðuroy
- Jarnendurnýtslu á Gjánoyri í Norðstreymoy
- Bilvrakpláss í Klaksvík, Sandoy og Suðuroy
- Bilverkstaður í Klaksvík
- Tyrvimóttøka og reinsiverk í Nýggjheiðum í Kvívík
Les umhvørvispolitik felagsins her.
Søga
Í 1970’unum var nógv kjak og politiskt rumbul um at fáa sett á stovn eina brennistøð fyri allar Føroyar. Avbjóðingin var stór við tí nógva burturkastinum, sum endaði í havinum og í náttúruni sum heild.
Av tí at stór ósemja var um, hvar brennistøðin skuldi liggja, tók Tórshavnar kommuna seg úr kjakinum og gjørdi av at byggja sína egnu brennistøð, Kommunala Brennistøðin á Hjalla í Havn.
Hinar kommunurnar í Føroyum komu ásamt um í 1979 um at stovna Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin IRF. Endamálið við felagnum var soleiðis: “at virka fyri at burturkast og annað órudd verður beint burtur, so dálking av umhvørvinum heldur uppat” (Viðtøkur felagsins 2.grein). Eftir mikið kjak um staðsetingina, komu kommunurnar ásamt um at leggja brennistøðina á Hagaleiti í Leirvík, sum liggur lítlar tríggjar kilometrar frá bygdini. Brennistøðin hjá IRF var tikin í nýtslu í 1989.
Virksemið hjá IRF er nógv vaksið síðani hetta og fevnir tað í dag eisini um móttøkuhøll, endurvinningarhøll, tyrvimóttøku, rottangaskipan, oljureinsiverk og innsavning og handfaring av serburturkasti.
Varðar á leiðini
- 1979: IRF stovnað
- 1989: Brennistøð og tyrvingarpláss tikin í nýtslu
- 1991: Oljureinsuverkið á Kambsdali tikið í nýtslu
- 1996: Byrja innsavning av rottangaevju
- 1997: Støðin í Trøllavík tikin í nýtslu
- 1998: Jarnendurnýtslan á Gjánoyri tikin í nýtslu
- 2001: Endurvinningarhøll á Hagaleiti til pappír, papp og plast
- 2005: Nýggj roykreinsiskipan til brennistøðina
- 2009: Munandi útbygging av brennistøðini og jarnendurnýtsluni
- 2013: Nýtt oljureinsiverk og høll til serliga dálkandi burturkast á Hagaleiti í Leirvík
- 2016: Oljureinsiverkið og serliga dálkandi burturkast fingið altjóða ISO 14001:2015 góðkenning
- 2018: Stór og væleydnað útbygging av brennistøðini
- 2020: Nýggj móttøkuhøll tikin í nýtslu á Hagaleiti
- 2020: Nýggjur skrivstovubygningur tikin í nýtslu á Hagaleiti
- 2021: Alt virksemið hjá IRF fingið altjóða ISO 14001:2015 góðkenning
- 2023: Nýggj tyrvimóttøka og reinsiverk tikið í nýtslu í Nýggjheiðum í Kvívík
- 2024: Nýggja tyrvimóttøkan og reinsiverkið í Nýggjheiðum fingið altjóða ISO 14001:2015 góðkenning
Limakommunur
Tað eru 28 kommunur, sum eiga og eru limir í IRF:
| Eiðis kommuna | Eiði, Ljósá og Svínáir |
| Eysturkommuna | Leirvík, Norðragøta, Syðrugøta, við Gøtugjógv, Undir Gøtueiði |
| Fámjins kommuna | Fámjin |
| Fuglafjarðar kommuna | Fuglafjørður, Kambsdalur, Hellur |
| Fugloyar kommuna | Hattarvík, Kirkja |
| Hovs kommuna | Hov |
| Húsavíkar kommuna | Húsavík, Dalur, Skarvanes |
| Hvalbiar kommuna | Hvalba, Sandvík |
| Hvannasunds kommuna | Hvannasund, Norðtoftir, Depil, Norðdepil, Múla |
| Klaksvíkar kommuna | Klaksvík, Húsar, Syðradalur, Svínoy, Árnafjørð, Norðoyri, Ánirnar, Mikladalur, Trøllanes |
| Kunoyar kommuna | Kunoy, Haraldssund |
| Kvívíkar kommuna | Kvívík, Leynar, Válur, Stykkið, Skælingur |
| Nes kommuna | Toftir, Nes, Saltnes |
| Porkeris kommuna | Porkeri |
| Runavíkar kommuna | Runavík, Saltangará, Skáli, Glyvrar, Søldarfjørður, Rituvík, Oyndarfjørður, Lamba, Æðuvík, Skálafjørður, Funningur, Funningsfjørður, Skipanes, Elduvík, Lambareiði |
| Skálavíkar kommuna | Skálavík |
| Sands kommuna | Sandur |
| Sjóvar kommuna | Strendur, innan Glyvur, Selatrað, Kolbeinargjógv, Morskranes |
| Skopunar kommuna | Skopun |
| Skúvoyar kommuna | Skúvoy, Stóra Dímun |
| Sumbiar kommuna | Sumba, Lopra, Akrar, Víkarbyrgi |
| Sunda kommuna | Gjógv, Norðskála, Oyri, Oyrarbakki, Langasandur, Haldórsvík, Saksun, Tjørnuvík, Streymnes, Hvalvík, Hósvík, Nesvík |
| Sørvágs kommuna | Sørvágur, Bøur, Gásadalur, Mykines |
| Tvøroyrar kommuna | Tvøroyri, Trongisvágur, Froðba, Ørðavíkarlíð, Ørðavík |
| Vága kommuna | Miðvágur, Sandavágur, Vatnsoyrar |
| Vágs kommuna | Vágur |
| Vestmanna kommuna | Vestmanna |
| Viðareiðis kommuna | Viðareiði |
Limagjald
Limagjaldið hjá kommununum er í 2026 1.415 krónur pr. íbúgva. Limagjaldið verður skuldskrivað mánaðarliga.
Limagjaldið fevnir um:
- Ruskgjald: kr. 1.167,- pr. íbúgva fyri ruskinnsavnan og burturbeining
- Rottangagjald: kr. 248,- pr. íbúgva fyri regluliga rottangatøming
Tænasturnar, sum eru fevndar av limagjaldinum, eru innsavnan og handfaring av
- Gráa posa til húsarhalds burturkast
- Hvíta posa til pappír, papp og bleytt plast til endurvinningar
- Reyða posa til serliga dálkandi burturkast
- Ársbrúk pr. húski av gráa, hvíta og reyða posa
- Reglulig rottangatøming
Um tú vilt vita meira?
IRF er ein interkommunalur renovatións felagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum eiga, við undantaki av Tórshavnar kommunu.
IRF hevur eina solidariska skipan og merkir hetta, at tað kostar kommununum tað sama at fáa heintað ruskposar og tøma rottangar, óansæð hvør kommuna talan er um, og hvar hon liggur í landinum.
Limagjald yvir tíð
| Ár | Ruskgjald | Rottangagjald | Samlað limagjald |
|---|---|---|---|
| 1995 | 980 kr | 980 kr | |
| 1996 | 980 kr | 130 | 1110kr |
| 1997 | 1020 kr | 130 | 1150 kr |
| 1998 | 1020 kr | 130 | 1150 kr |
| 1999 | 1020 kr | 130 | 1150 kr |
| 2000 | 1040 kr | 130 | 1170 kr |
| 2001 | 1090 kr | 130 | 1220 kr |
| 2002 | 1120 kr | 130 | 1250 kr |
| 2003 | 1190 kr | 140 | 1330 kr |
| 2004 | 1190 kr | 140 | 1330 kr |
| 2005 | 1230 kr | 140 | 1430 kr |
| 2006 | 1230 kr | 140 | 1430 kr |
| 2007 | 1230 kr | 140 | 1430 kr |
| 2008 | 1230 kr | 140 | 1430 kr |
| 2009 | 1290 kr | 170 | 1460 kr |
| 2010 | 1320 kr | 180 | 1500 kr |
| 2011 | 1085 kr | 180 | 1265 kr |
| 2012 | 1085 kr | 180 | 1265 kr |
| 2013 | 1085 kr | 180 | 1265 kr |
| 2014 | 1090 kr | 185 | 1175 kr |
| 2015 | 1095 kr | 190 | 1285 kr |
| 2016 | 1100 kr | 195 | 1295 kr |
Nevnd
Nevndin hjá IRF er hægsti myndugleikin. Nevndin er umboðað við limum úr teimum seks geografisku økjunum í Føroyum: Norðoyggjar, Eysturoy, Streymoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy, hvør við sínum politiska umboði.
Eftir hvørt kommunuval verður nevndin vald av nýggjum fyri fýra ár, við limum úr kommunustýrunum.
Nevndin hjá IRF
Ársaðalfundurin hjá IRF
Ársaðalfundur verður hildin á hvørjum ári fyri 1. mai. Á fundunum hava allar limakommunurnar høvi at møta, við hvør sínum umboði.
Leiðsla
Sigurd Leifsson Lamhauge
Stjóri
Jóhannus Danielsen
Fíggjarleiðari
Andrias Joensen
Tekniskur leiðari
Sigurd Leifsson Lamhauge
Stjóri
Jóhannus Danielsen
Fíggjarleiðari
Andrias Joensen
Tekniskur leiðari
Fyrrverandi nevndir
| Nevnd | Limir |
| Nevndin, 21. apríl 2021 | Gunvá við Keldu, Klaksvík, (forkvinna 2023-2025) Hans Anders Jacobsen, Strendur (formaður 2021-2023) Oluf Müller, Kvívík, (næstformaður 2023-2025) Jóanis Albert Nielsen, Sandavágur (næstformaður 2021-2023) Bjarki Henriksen, Sandur Alvi Mortensen, Tvøroyri. |
| Nevndin, 7. apríl 2017 | Kristina Roest, forkvinna, Tvøroyri Jonhard Joensen, næstformaður, Sandavágur Jóhannus Danielsen, Toftir Tummas Lervig, Klaksvík Petra Iversen, Kvívík Bjarki Henriksen, Sandur |
| Nevndin, 24. apríl 2015 | Árni Jacobsen, formaður, Leirvík Kristian Eli Zachariasen, næstformaður, Klaksvík Niels Jacob Thomsen, Hvalba Jonhard Joensen, Sandavágur Petra Iversen, Kvívík Bárður Olsen, Sandur |
| Nevndin, 19. apríl 2013 | Árni Jacobsen, formaður, Leirvík Jóanis Lisberg, næstformaður, Fámjin Kristian Eli Zachariasen, Klaksvík Jonhard Joensen, Sandavágur Petra Iversen, Kvívík Bárður Olsen, Sandur |
| Nevndin, 16. desember 2011 | Jóannes Klein, formaður, Vatnsoyrar Tom Joensen, næstformaður, Eiði Atli S. Justinussen, Árnafjørður Soffie Egholm, Leynar Harry Jensen, Skúvoy Dánjal Bjarkhamar, Vágur |
| Nevndin, 18. november 2011 | Jóannes Klein, formaður, Vatnsoyrar Tom Joensen, næstformaður, Eiði Atli S. Justinussen, Árnafjørður Soffie Egholm, Leynar Harry Jensen, Skúvoy Pauli Einarsson, Trongisvágur |
| Nevndin, 24. apríl 2009 | Jóannes Klein, formaður, Vatnsoyrar Tom Joensen, næstformaður, Eiði Jógvan Skorheim, Klaksvík Soffie Egholm, Leynar Harry Jensen, Skúvoy Pauli Einarsson, Trongisvágur |
| Nevndin, 26. oktober 2007 | Regin Jacobsen, formaður, Runavík Jóannes Klein, næstformaður, Vatnsoyrar Rani Nolsøe, Klaksvík Soffie Egholm, Leynar Palli á Lava Olsen, Skálavík Bergur Bærendsen, Øravík |
| Nevndin, 25. november 2005 | Regin Jacobsen, formaður, Runavík Jóannes Klein, næstformaður, Vatnsoyrar Rani Nolsøe, Klaksvík Soffie Egholm, Leynar Gerhard Lognberg, Skopun Bergur Bærendsen, Øravík |
| Nevndin 21. apríl 2005 | Regin Jacobsen, formaður, Runavík Jóannes Klein, næstformaður, Vatnsoyrar Rani Nolsøe, Klaksvík Jákup Oluf Hansen, Vestmanna Gerhard Lognberg, Skopun Bergur Bærendsen, Øravík |
| Nevndin 25. mars 2002 | Hilmar Danielsen, formaður, Klaksvík Jóannes Klein, næstformaður, Vatnsoyrar Joen Magnus Rasmussen, Leirvík Randi Jacobsen, Kvívík Gerhard Lognberg, Skopun Niels Jacob Thomsen, Hvalba |
| Nevndin 9. mars 2001 | Hilmar Danielsen, formaður, Klaksvík Jóannes Klein, næstformaður, Vatnsoyrar Joen Magnus Rasmussen, Leirvík Randi Jacobsen, Kvívík Fríðleif Lydersen, Skálavík Niels Jacob Thomsen, Hvalb |
| Nevndin 28. mai 1998 | Jan á Høgaryggi, formaður, Hvalvík Gerhard Lognberg, næstformaður, Skopun Jákup Lamhauge, Saltangará Jóannes Klein, Vatnsoyrar Hilmar Danielsen, Klaksvík Arnold West, Hvalba |
| Nevndin 14. mars 1997 | Karsten Hansen, formaður, Klaksvík Jan á Høgaryggi, næstformaður, Hvalvík Jákup Lamhauge, Saltangará Jóannes Klein, Vatnsoyrar Gerhard Lognberg, Skopun Arnold West, Hvalba |
| Nevndin 16. februar 1994 | Karsten Hansen, formaður, Klaksvík Jan á Høgaryggi, næstformaður, Hvalvík Jákup Lamhauge, Saltangará Jóannes Klein, Vatnsoyrar Gerhard Lognberg, Skopun Arnold West, Hvalba |
| Nevndin 16. apríl 1993 | Karsten Hansen, formaður, Klaksvík Jan á Høgaryggi, næstformaður, Hvalvík Eliesar Høj, Strendur Jóannes Klein, Vatnsoyrar Gerhard Lognberg, Skopun Arnold West, Hvalba |
| Nevndin 23. juni 1992 | Jákup Birgir Mohr, formaður, Sandur Páll Josephsen, næstformaður, Klaksvík Jóan Hendrik Isaksen, Kvívík Eliesar Høj, Strendur Jógvan á Ørg. Sørvágur Jacob Olsen, Sandvík |
| Nevndin 25. apríl 1991 | Jákup Birgir Mohr, formaður, Sandur Páll Josephsen, næstformaður, Klaksvík Jóan Hendrik Isaksen, Kvívík Eliesar Høj, Strendur Jógvan á Ørg. Sørvágur Andrias Thomsen, Sumba |
| Nevndin 19. november 1990 | Jákup Birgir Mohr, formaður, Sandur Páll Josephsen, næstformaður, Klaksvík Dánjal Jákup Berg, Hvalba Jóan Hendrik Isaksen, Kvívík Eliesar Høj, Strendur Jógvan á Ørg. Sørvágur |
| Nevndin 7. september 1989 | Jógvan Isaksen, formaður, Klaksvík Niklas Foldbo, næstformaður, Toftir Jóan Hendrik Isaksen, Kvívík Leivur Joensen, Sandavágur Jákup Birgir Mohr, Sandur Dánjal Jákup Berg, Hvalba |
| Nevndin 4. mars 1988 | Jógvan Isaksen, formaður, Klaksvík Niklas Foldbo, næstformaður, Toftir Jógvan Isaksen, Vestmanna Leivur Joensen, Sandavágur Jákup Birgir Mohr, Sandur Dánjal Jákup Berg, Hvalba |
| Nevndin 9. juli 1986 | Jógvan Isaksen, formaður, Klaksvík Niklas Foldbo, næstformaður, Toftir Kjartan Nielsen, Vestmanna Leivur Joensen, Sandavágur Jákup Birgir Mohr, Sandur Dánjal Jákup Berg, Hvalba |
| Nevndin 27. mai 1982 | Jógvan Isaksen, formaður, Klaksvík Niklas Foldbo, næstformaður, Toftir Kjartan Nielsen, Vestmanna Leivur Joensen, Sandavágur Jákup Birgir Mohr, Sandur Niclas Jensen, Hvalba |
| Nevndin 5. juni 1981 | Hjalgrím Janusarson, formaður, Vestmanna Jógvan Isaksen, næstformaður, Klaksvík Niklas Foldbo, Toftir Leivur Joensen, Sandavágur Jákup Birgir Mohr, Sandur Niclas Jensen, Hvalba |
Ársfrásagnir
Her kanst tú taka ársfrásagnir felagsskapins við m.a. leiðslufrágreiðingum, tíðindaskrivum, roknskapi og endurnýtsluhagtølum.
Samband
Ynskir tú at koma í samband við IRF um eitthvørt? Finn samskiftismøguleikar niðanfyri:
- Høvuðspostkassi: irf@irf.fo
- Bókhald: fakturar@irf.fo
- Koyrideildin: koyrideildin@irf.fo
- Vitjanir: samskifti@irf.fo
Starvsfólkayvirlitið sæst her.
Postadressa:
IRF
Víkarvegur 107
520 Leirvík
Peningastovnar og annað
Føroya Banki
Konta nr. 6460-2111537
Betri Banki
Konta nr. 9181-1223382
Norðoya Sparikassi
Konta nr. 9865-1002672
Suðuroyar Sparikassi
Konta nr. 9870-1011368
V-tal
353477