
Hví skulu vit taka ábyrgd fyri umhvørvinum?
IRF varð sett á stovn í 1979, og brennistøðin var tikin í nýtslu í 1989. Men hvat gjørdu vit føroyingar við okkara burturkast, áðrenn hetta? Og hví tók tað 10 ár, frá tí at IRF varð stovnað, til brennistøðin var liðug?
Ein av stóru orsøkunum til, at IRF varð sett á stovn, var fyri at halda Føroyar Reinar og taka okkum betri av okkara náttúru og umhvøri.
Burturkastið varð koyrt á sjógv
Við IRF kom ein skipað móttøka og viðgerð av burturkasti í Føroyum, men fyri ta tíð varð alt burturkast í stóran mun blakað á sjógv. Í summum bygdum var vanligt at taka til „Koyr á vestfallið“. Hóast mann visti av royndum, at nógv at tí, sum varð koyrt á vest fallið, rak uppaftur aðra staðni í Føroyum, so høvdu føroyingar ongan annan máta at sleppa av við ruskið. Onkustaðni í Føroyum varð burturkastið koyrt á sjógv, aðrastaðni varð tað koyrt á bukkvald. Summstaðni varð burturkastið brent á bukkvaldi, og so endaðu restirnar á sjónum.
Nógv burturkast í havinum og í náttúruni
Í 1970’unum var nógv kjak og politiskt rumbul um at fáa sett á stovn eina brennistøð fyri allar Føroyar. Avbjóðingin var stór við tí nógva burturkastinum, sum endaði í sjónum og í náttúruni sum heild. IRF varð sett á stovn í 1979. Navnið IRF stendur fyri inter kommunalur renovatiónsfelagsskapur. Hetta merkir, at IRF er eitt samstarv millum fleiri kommunur um renovatiónina (burturkastøkið). 28 limakommunur eru í IRF, og tað eru allar í Føroyum uttan Tórshavnar kommuna.
Brennistøðin staðsett Í Leirvík
Endamálið við IRF var at virka fyri, at burtur kast og annað órudd varð beint burtur, so dálking av umhvørv inum steðgaði. Fólk kendu einki til brennistøðir, og m.a. vóru nógvar stúranir um, hvussu dálk andi ein brennistøð mundi vera, og um tað fór at vera vandamikið at búgva nær við o.s.fr. Orsøkin til, at tað gingu tíggju ár, frá at IRF varð stovnað, til brennistøðin varð tikin í nýtslu, var ein ósemja um, hvar í Føroyum brenni støðin skuldi vera.