Yvirlit yvir støðir okkara

Brennistøðin

Brennistøðin á Hagaleiti varð tikin í nýtslu í 1989, og hon varð seinast umvæld og bygd út í 2018. Brennistøðin hevur eina brenniorku upp á 3,2 t/tíma, og hon er í gongd so at siga alt samdøgrið.

IRF leggur stóran dent á at verja umhvørvið, og hevur Umhvørvisstovan nú staðfest, at roykurin frá Brennistøðin ikki dálkar umhvørvið á Hagaleiti. Í árligu árinskanningunum, ið eru gjørdar við Brennistøðina á Hagaleiti, sæst, at tølini liggja væl undir markvirðini fyri dioxin og tungmetallir í grasi, mold og í kanningunum av seyði og lombum. Í 2016 fekk IRF boð frá Umhvørvisstovuni, at av tí at eingin dálking stendst frá roykinum á Brennistøðini, er ikki neyðugt at gera fleiri árinskanningar í framtíðini.

Móttøkuhøllin á Hagaleiti

Í 2020 varð nýggja Móttøkuhøllin á Hagaleiti tikin í nýtslu. Umframt at geva bæði IRF og vinnuni betri umstøður til at skilja burturkast frá til endurvinning, verður nýútbygda Brennistøðin og økta brenniorkan hjá IRF nú eisini fult gagnnýtt.

Í nýggju høllini er ein brunnur, ið rúmar 450 m3. Í fyrstu atløgu verður timbur og tílíkt virkisburturkast latið í hendan brunnin. Alt burturkastið í hesum brunninum verður kvarnað, áðrenn tað fer víðari í køstin á Brennistøðini. Húsarhaldsburturkast og lívrunnið burturkast fer framhaldandi at verða latið beinleiðis í køstin á Brennistøðini. Kvarnað burturkast fyllir minni og er lættari at blanda við burturkastið í køstinum. Hetta gevur javnari og betri brenning, og Brennistøðin fær á henda hátt veitt eina støðugari og betri tænastu til borgarar og vinnu.

Endurvinningarhøllin á Hagaleiti

IRF hevur á Hagaleiti eina endurvinningarhøll til pappír, papp, plast, v.m. Høllin varð tikin í nýtslu í 2001.

Tá ið endurvinningartilfar kemur inn, verður tað skilt í hóskandi flokkar, buntað og sent uttanlands til endurvinningar. Nøgdirnar til endurvinningar eru vaksandi, og IRF arbeiðir fram ímóti at endurvinna so stóran part av burturkastinum sum gjørligt.

Jarnpláss og umlastingarpláss á Gjánoyri

Endurnýtsluplássið er umhvørvisgóðkent og tekur ímóti jarni og metalli til endurnýtslu, umframt trol og gørn.

Harafturat tekur støðin ímóti burturkast

Umlastingarstøð og tyrvingarpláss í Trøllavík

Í Trøllavík norðanfyri Hov í Suðuroy hevur IRF eina umhvørvisgóðkenda umlastingarstøð og tyrvingarpláss. Alt burturkast, sum skal brennast ella endurnýtast, og pappír og papp, verður tømt úr innsavningarbilunum í flytiligar trýstbingjur. Trýstbingjurnar verða síðani fluttar til Brennistøðina ella Skiljihøllina á Hagaleiti í Leirvík.

Harafturat verða jarn- og metallutir, hvítvørur, bilar, stórsekkir o.a. umlastað á støðini í Trøllavík og síðani flutt av oynni, í flestu førum norðurum og í øðrum førum av landinum.

Tyrvimóttøkan og reinsiverkið í Nýggjheiðum í Kvívík

Nýggja tyrvingarmóttøkan og reinsiverkið í Nýggjheiðum fer við tíðini at taka ímóti øllum burturkasti til tyrvingar og allari rottangaevju úr øllum landinum. Samstundis verða øll hini tyrvingarplássini og evjuplássini kring landið avriggaði. Nýggja plássið í Nýggjheiðum er eitt samstarv millum IRF og Tórshavnar kommunu.

Oljureinsiverkið

IRF rekur oljureinsiverkið á Hagaleiti í Leirvík. Spillolja og oljudálkað vatn verður reinsað og verður ein stórur partur av spilloljuni selt aftur til endurnýtslu, meðan vatnið verður reinsað og leitt útaftur á sjógv.

Verkstaðið

IRF hevur verkstað í Klaksvík til umvæling og viðlíkahald av egnum bilum, bingjum og tangum. IRF hevur 20 størri flutningsbilar og einar 400 bingjur og tangar.