Tað besta fyri umhvørvið er, at tú gagnnýtir sum mest av øllum tilfeinginum frá flettingini. Leivdirnar, sum eru eftir, skulu beinast burtur á rættan hátt.
Fimm burturbeiningarráð
01
Vembur
Tøm vemburnar, áðrenn tær verða beindar burtur.
02
Væta
Lat sum mest av vætu renna frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar.
03
Leivdir
Lat leivdir í plastposar, og bint fyri, áðrenn tað verður latið í bingjuna.
04
Avroð
Gagnnýt henda góða matin – hann er fullur í proteinum, vitaminum og mineralum.
05
Vembur
Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu.
IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.
Bók: Tað sum eftir er
Endamálið er at endurvekja áhugan fyri avroðum, sum jú eru full í proteinum, vitaminum og mineralum. Avroð er ein delikatessa bæði í Fraklandi og Italia, sum eru lond í fremstu røð innan góða matgerð. Sjálvandi, skulu vit aftur gagnnýta hetta fantastiska tilfeingi, heldur enn at blaka tað burtur.
Keyp bókGóð ráð

Uppskriftir
Áður hevur IRF havt starvsfólkatiltak við Matkovanum um gagnnýtslu av avroðum, har Sunniva Mortensen frá Matkovanum vísti á týdningin at økja virðingina fyri avroðunum og at læra fólk at gagnnýta tey. Dugnaligi kokkurin, Kári Kristiansen, stóð fyri matgerðini.

Sápur, ljós og fuglamatur
Seinastu árini hava fleiri smærri lokalar verkstovur verið kring landið, ið gagnnýta tálg til ymisk endamál, eitt nú til nýggjársblikk, ljós, sápur og fuglamat. Tað er sera gleðiligt, at vit í størri mun eru farin at gagnnýta hetta tilfeingið, sum annars fer burtur.

Seyðaskinn
Vit heita á fólk um at lata seyðaskinn til endurnýtslu. Í løtuni er tað bert Faroe Sheep (fyrr: Oikos), sum er góðkendur móttakari av seyðaskinnum í Føroyum. Um tit ætla at lata skinn til Faroe Sheep, er tað sera umráðandi, at tit fylgja krøvunum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hesum viðvíkjandi.
Reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn (PDF)
Hví dálkar tað at brenna leivdir frá flettingini?
Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.
