
Test
Grái ruskposin er til dagliga húsarhaldsruskið at brenna. Grái posin verður tikin einaferð um vikuna. Posarnir verða vanliga heintaðir millum klokkan 07 og 16, undantikið í vikum við halgidøgum og frídøgum.
Grái posin er ætlaður til ruskstativið. Nýt hann ikki til annað, tí annars fert tú at mangla. Tú fært posar til eina ársnýtslu frá IRF. Hevur tú tørv á fleiri posum, kanst tú keypa teir í ávísum handlum, sí yvirlitið niðanfyri. Minst til, at IRF bert savnar posar við egnum frámerki á.
Dagført